Revsitiltøk móti Meksiko útsett

Revsitiltøk móti Meksiko útsett
Afturfyri at Meksiko sendir herfólk til markið, eru amerikansku revsitiltøkini móti landinum útsett
Claudia Sheinbaum
 
03.02.2025 - 18:43

Ógvusligu hóttanirnar um amerikanskan revsitoll á vørur úr Meksiko, eru nú tiknar aftur - fyribils í hvussu er.

Donald Trump, forseti í USA og Claudia Sheinbaum, forseti í Meksiko, hava tosað saman seinnapartin. Og seinnapartin legði Donald Trump eina dagføring á sín vanga á Truth Social, sum Trump eigur. Har skrivar hann, at hann er vorðin samdur við meksikanska forsetan um at útseta revsitoillin á meksikanskar vørur í ein mánað.

Samstundis boðar meksikanski forsetin frá, at avtala er gjørd við USA um at senda 10.000 hermenn frá tjóðarhirðuni til amerikanska markið. Claudia Sheinbaum sigur, at hetta verður gjørt fyri at steðga smuglingini av rúsevninum fentanyl. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342