Avboð sendir U21-landsliðið til HM

Avboð sendir U21-landsliðið til HM
U21-mandslandsliðið í hondbólti hevur fingið pláss í HM-endaspælinum í Póllandi í summar, tí Ný Sæland hevur givið avboð
Óli Mittún, sum í summar skiftir til GOG, er stóra stjørnan á føroyska U21-landsliðnum, sum nú kortini skal spæla HM
 
04.02.2025 - 10:08

Føroyska U21-landsliðið í hondbólti hevur fingið óvæntað pláss í HM-endaspælinum í Póllandi í summar. 

Føroyska liðið var akkurát ov stutt til at tryggja sær HM-luttøku í EM-endaspælinum síðsta summar, men nú hevur Ný Sæland givið avboð, og tí hevur Føroyar fingið kjansin í staðin, skrivar Hondbóltssamband Føroya.

Lutakastið hevur verið, og Føroyar eru í bólki saman við Íslandi, Norðurmakedónia og Rumenia. HM verður spælt í fýra býum í Póllandi; Plock, Sosnowiec, Katowice og Kielce 18. til 29. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442

Annað frá KVF