Byggiloyvið til Argju kirkju fyri næsta býráðsfund

Byggiloyvið til Argju kirkju fyri næsta býráðsfund
Elsa Berg, borgarstjóri, fæst tó ikki at siga, at avgerðin hjá Kærustovninum verður høvið at flyta nýggju kirkjuna
Kærustovnurin sigur, at grannarnir hjá nýggju kirkjuni á Argjum skulu nú partshoyrast.
 
07.02.2025 - 13:14

Byggiloyvið til Argja kirkju kemur á skránna fyri næsta býráðsfund í Havn, sum verður 27. februar.

Elsa Berg, borgarstjóri, sigur, at øll skulu hoyrast. 

Hon fæst tó ikki at siga, at avgerðin hjá Føroya Kærustovni, um at senda málið aftur á Vaglið til nýggja viðgerð, verður høvið til at flyta nýggju kirkjuna. 

 

Elsa Berg, borgarstjóri. 

 

Lógir og reglur skulu fylgjast, og grannarnir hjá nýggju kirkjuni á Argjum skulu nú partshoyrast.

Nakrir grannar kærdu í apríl í fjør, og Føroya Kærustovnur hevur avgjørt at vísa málinum aftur til nýggja viðgerð.

Kommunan hevur ikki hildið fyrisitingarlógina og partshoyrt næstu grannarnar. Kommunan skal tí viðgera málið av nýggjum og hoyra grannarnar, sigur Kærustovnurin.

Kirkjuráðið á Argjum gjørdi stutt fyri jól sáttmála við byggifelagið Kanjon um at byggja nýggju kirkjuna við Sandá, og tá varð sagt, at arbeiðið skuldi byrja 5. mars. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928