Rúna í Örebro: Hetta ávirkar okkum øll

Rúna í Örebro: Hetta ávirkar okkum øll
Rúna í Baianstovu hevur í mong ár búð í Örebro. Hon býr tveir kilometrar frá staðnum, har skottilburðurin fór fram.
Mynd: Örebro universitet
 
10.02.2025 - 10:38

- 4. februar 2025 er brendur inn í svensku søguna sum ein myrkur dagur, segði forsættisráðharrin, tá hann talaði til tjóðina í gjárkvøldið.

Í morgin er júst ein vika síðani hópdrápini í Örebro, har 11 fólk lótu lív.

Ikki langt frá hendingini var Rúna í Baianstovu, sum hevur búð í Örebro í mong ár. Hon arbeiddi heimanífrá hendan dagin og koyrdi tíðindini frá.

- Tankarnir fóru fyrst til Oslo og Utøya, hóast mann ikki beinanvegin visti, hvat gekk fyri seg. Tó var eg ikki stúrin um mína egnu trygd.

Tað sigur Rúna, sum býr tveir kilometrar frá staðnum, har skottilburðurin fór fram.

- Eg vóni, at vit í Svøríki fara at arbeiða fyri at skapa betri líkindi fyri øll menniskjur her - at vit skapa eitt samfelag, har harðskapurin ikki veksur, men minkar.

Hoyr alla samrøðuna, sum Rúna gjørdi við morgunsendingina her:

1724851

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762