Sí brellbita úr nýggja filminum hjá Sakarisi Stórá

Sí brellbita úr nýggja filminum hjá Sakarisi Stórá
"Seinasta paradís á jørð" kallast nýggi filmurin hjá føroyska filmsleikstjóranum Sakarisi Stórá, sum byrjar at ganga í Havnar Bio 10. apríl. Her er fyrsti brellbitin
Sámal H. Hansen spælir høvuðsleiklutin sum Kári í nýggja føroyska filminum "Seinasta paradís á jørð"
 
10.02.2025 - 11:24

Tað er í løtuni rættiliga langt millum føroysku spælifilmarnar.

Tað er nærmast sum lundi á jólanátt, at ein nýggjur føroyskur filmur er at síggja í biografunum. 

Men 10. apríl byrjar nýggi filmurin hjá føroyska filmsleikastjóranum Sakarisi Stórá, "Seinastq paradís á jørð", at ganga í Havnar Bio. 

Og í dag ber til at síggja fyrsta brellbitan frá filminum. 

Tað eru Adomeit Film, Kykmyndir og Øst for Paradis Filmimport sum hava latið "Seinasta paradís á jørð" framleiða. 

 

Ein søga um samleika, sakn og longsul

Í stuttum snýr "Seinasta paradís á jørð" seg um hin unga Kára, sum livir eina friðarliga tilveru í einari lítlari føroyskari bygd.

Kári fær tó nakrar avbjóðingar, tá vinir flyta, arbeiðspláss hvørva, og hann noyðist at finna sín egna samleika í einum samfelagi í broyting. 

Kára dámar væl einfalda lívið í lítlu føroysku bygdini, men saman við systrini, Silju, so syrgir Kári í øllum stillum deyða mammunar.

Kári leitar sær troyst í arbeiðinum á flakavirkinum í bygdini, Silja hevur trupult við at gera skúlan lidnan, og pápi teirra stingur av til sjós. 

"Seinasta paradís á jørð" er ein søga um samleika, sakn og longslu. Ein søga um lívið, ið er, og vónina um ein betri morgindag, stendur í tíðindaskrivi frá Kykmyndum.  

 

Spennandi høvuðsleikarar

Í høvuðsleiklutunum eru Sámal H. Hansen sum Kári og Bjørg Brynhildardóttir Egholm, sum roynir seg fyri fyrst ferð á filmi, ið spælir leiklutin sum lítlasysturin Silja.


Bjørg Brynhildardóttir Egholm roynir seg fyri fyrstu ferð í einum filmsleiklut, tá hon spælir Silja í "Seinasta paradís á jørð"

 

Annars er bæði kendir og ókendir sjónleikarar við í filminum, eitt nú Hans Tórgarð og Annika Johannessen. 

Sakaris Stórá, ið hevur leikstjórnað, fekk sína filmsdebut í 2017 við "Dreymar við havið".

Sakaris Stórá hevur skrivað handritið saman við Tommy Oksen og Mads Stegger, og hin virðislønta Virginie Surdej hevur filmað. 

Jón Hammer frá Kykmyndum hevur framleitt. 


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439