Hugskotið til føroyska ræðufilmin "Whistler" vunnið virðisløn í Suðurkorea

Hugskotið til føroyska ræðufilmin "Whistler" vunnið virðisløn í Suðurkorea
"Málið er at gera ein handilsligan, undirhaldandi, føroyskan ræðufilm, ið kann seljast í útlandinum," siga Gudmund Helmsdal, leikstjóri, og Jón Hammer, framleiðari
"Whistler" snýr seg um fýra vísindafólk, ið noyðast at flýggja undan einum bónda, ið brúkar eina beinfloytu at beita ein flokk av avskapligum hálvmenniskjaligum kríatúrum eftir øllum, ið fara í hagan hjá sær uttan loyvi. 
Mynd: Úr promotilfari  
 
07.07.2026 - 15:30

"Whistler" kallast føroyskur ræðufilmur, ið Gudmund Helmsdal, filmsleikstjóri, ætlar sær at gera saman við Outlier Projects og Jón Hammer, framleiðara. 

Í hesum døgum hava teir báðir luttikið í Bucheon International Fantastic Film Festival í Suðurkorea, har teir hava lagt hugskotið til ræðufilmin "Whistler" fram í kapping við 30 hugskot úr øllum heiminum.

Teir báðir gjørdu ikki mætari enn at vinna høvuðsprísin fyri besta hugskotið ella "pitch", sum tað eitur á filmsmáli. 

"Tað fylgir ein pengavinningur við, ið er 5.000 dollarar, men tað, ið hevur meira at siga fyri okkum, er viðurkenningin. Hetta er eitt dygdarstempul av, at hugskotið til "Whistler" er gott, og tískil letur tað dyr upp fyri okkum at gera verkætlanina til veruleika," greiðir Jón Hammer frá. 

 

Gongd í haga

"Whistler" snýr seg í roynd og veru um gongd í haga, greiðir Gudmund Helmsdal, leikstjóri, frá. 

"Hugskotið fekk eg, tá eg uttan loyvi gekk ein túr í haganum saman við vinfólki. Ein floyta bleiv við at elta okkum, men leingi sóu vit ikki hvør tað var, ið floytaði. Tað vísti seg at vera ein bóndi, ið brúkti floytuna til at beita seyðahundarnar hjá sær eftir seyði. Tá fekk eg hugskotið, at hvat nú um tað ikki vóru seyðahundar, ið hann stýrdi við floytuni, men onnur meira óunnilig hálvmenniskjalig kríatúr?"

Søgan snýr seg í stuttum um fýra náttúruvísindafólk, ið enda uttan ferðaleiðara úti á einari oyggj, tá eitt av vísindafólkunum av misgávum tekur lívið av ferðaleiðaranum í einari klatrivanlukku, men heldur hetta loyniligt fyri hinum.

Vilst og bangin royna tey fýra vísindafólkini at sleppa av aftur oynni einsamøll, men bæði mjørki og myrkur legst á tey. Tað endar við, at tey noyðast at flýggja yvir háls og herðar, tvørtur dalar og fjøll, undan einum bónda, ið brúkar eina beinfloytu at beita ein flokk av avskapligum hálvmenniskjaligum kríatúrum eftir øllum, ið fara í hagan hjá sær uttan loyvi. 

 

Handilsligur filmur

Jón Hammer, filmsframleiðari, vísir á, at tað gevur góða meining at venda sær móti Asia, tá tað snýr seg um ræðufilmar. 

"Asia er tann størsti marknaður í heiminum fyri ræðufilmar, so tað er upplagt at fáa sambond hendan vegin í sambandi við framleiðsluna av 'Whistler'." 

Jón Hammer væntar, at filmur fer at kosta 14,5 milliónir krónur at framleiða. 

"Ætlanin er at fíggja filmin í útlandinum gjøgnum eitt nú undansølu av rættindunum til at vísa filmin," vísir hann á. 


Jón Hammer, framleiðari, til vinstru, og Gudmund Helmsdal, leikstjóri, til høgru í lendinum, har ætlanin er at filma "Whistler"

 

Gudmund Helmsdal, leikstjóri, er skjótur at gera vart við, at tað skal vera eitt føroyskt toymi, sum framleiðir filmin, ið skal vera á føroyskum. 

"Ætlanin er at savna føroyska filmsvinnuna um at framleiða okkurt ordiliga feitt."

 

Skilmarkar nýbrot

Hugskotið við "Whistler" skilmarkar eitt nýbrot í føroyskari filmsframleiðslu.

"Vit hava gjørt góðar, listarliga filmar, ið hava vunnið virðislønir, men vit hava ikki gjørt handilsligar sjangrufilmar á føroyskum, og tað er málið við 'Whistler'," greiðir Jón Hammer, framleiðari, frá. 

"Vit skulu sjálvandi gera bæði sløgini av filmum," er hann skjótur at leggja afturat. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Týsdag 7. juli
RagnarRokk: Paul Gilbert um WROC
210595
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521