Á Breddanum: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á Facebook

Á Breddanum: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á Facebook
Tvey evni eru í sendingini í dag
Ingilín D. Strøm hevði væntað sær meira, nú Javnaðarflokkurin hevur umskipað nevndarsessirnar í tinginum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.02.2025 - 08:31

Rumbul er í Javnaðarflokkinum.

Tað gjørdist greitt, eftir at flokkurin í gjár valdi tingnevndirnar í løgtinginum av nýggjum.

Úrslitið av nevndarvalinum fall ikki í góða jørð hjá øllum.

Árni Gregersen og Ingi Samuelsen, politiskir viðmerkjarar, vera í útvarpsstovuni.

 

Mark Zuckerberg.

 

Størri talufrælsi

Har skal vera minni sensurur og meira talufrælsi á sosialu miðlunum Facebook, Threads og Instagram.

Tað sigur Mark Zuckerberg, forstjóri fyri tøknirisanum Meta, sum broytir leiðreglur í kjalarvørrinum av, at Donald Trump nú aftur situr í Hvítu húsunum. 

Henda broytingin leggur stóra ábyrgd á brúkaran, sigur Eyðbjørt Skylv Midjord, miðlafrøðingur.

Í dag hyggja vit nærri at, hvat nýggju leiðreglurnar bera í sær, og hvat tað fer at merkja fyri tey, sum brúka hesar miðlar.

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483