Løkke ringdi úr Havn til Kyiev

Løkke ringdi úr Havn til Kyiev
Danski uttanríkisráðharrin, sum sat til døgurða við Høgna Hoydal, landsstýrismanni, og uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, ringdi í kvøld til starvsbróður sín í Ukraina
Lars Løkke Rasmussen, tá hann var í Kringvarpinum í dag
 
28.02.2025 - 21:31

Andrij Sybiha, uttanríkisráðharri í Ukraina, váttaði fyri løtu síðani, at hann hevði havt danska uttanríkisráðharran, Lars Løkke Rasmussen í telefonini.

Lars Løkke Rasmussen sat til borðs saman við Høgna Hoydal, landsstýrismanni í uttanríkismálum, og uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, tá amerikanski forsetin, Donald Trump, niðurgjørdi ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyy, fyri rullandi myndatólum. Nakað, sum førdi til, at Volodymyr Zelenskyy, løtu seinni fór úr Hvítu Húsunum, tí Donald Trump avlýsti restina av vitjanini.

Í telefonini úr Havn gjørdi Lars Løkke Rasmussen púra greitt fyri ukrainska uttanríkisráðharranum, Andrij Sybiha, at Danmark framhaldandi gevur Ukraina fullan stuðul.

Harafturat skrivar Lars Løkke Rasmussen á X "Slava Ukraini", sum merkir "Livi Ukraina".

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558