Sirið Stenberg øtast

Sirið Stenberg øtast
Forkvinnan í Tjóðveldi øtast um atburðin hjá Donald Trump og vísir á, at tað er neyðugt at standa saman við Ukraina
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
28.02.2025 - 22:20

"Man øtast! At síggja fundin í kvøld var veruliga at uppliva hvussu djúpt alt kann søkka. Hvussu skjótt tað er at missa virðini vit grundað okkara samfelag og samstarv á, og hvussu neyðugt tað er at standa saman við Ukraina".

Hetta skrivar Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, eftir hendingarnar í Hvítu Húsunum í dag, har ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyy, bleiv niðurgjørdur fyri rullandi myndatólum av amerikanska forsetanum, Donald Trump, og varaforsetanum, J.D. Vance, tá hann var komin til USA at gera avtalu um, at USA kundi gangnýta serligan málm í Ukrainsku undirgrundini.

Flestu evropisku leiðarar hava tikið frástøðu frá atburðinum hjá Donald Trump og vísa ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyy, fullan stuðul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129