Stórt rúsevnismál í rættinum

Stórt rúsevnismál í rættinum
Seks fólk eru ákærd fyri at smugla 23 kilo av hassji og 3,8 kilo av amfetamini til Føroya. Rætturin verður settur á Hotel Hafnia
So nógv fólk eru í málinum, at Dómhúsið er ov lítið. Tí verður rætturin settur á Hotel Hafnia.
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
03.03.2025 - 08:06

Í dag byrjar enn eitt stórt rúsevnismál í Føroya rætti.

Seks fólk eru ákærd fyri at smugla 23 kilo av hassji og 3,8 kilo av amfetamini til Føroya.

Ætlanin var, sambært ákæruritinum, at lata øðrum rúsevnini, ella at fáa nógvar pengar fyri tey.

Trý teirra, tveir menn og ein kvinna, eru ákærd fyri at koma til Føroya við rúsevnunum í seglbátinum Rocky, sum kom á Havnina úr Horsens um náttina 29. august í fjør.

Ein teirra er eisini ákærdur fyri at lata einum øðrum ákærdum rúsevnini á Bryggjubakka í Havn. Hesin var beint eftir tað tikin við rúsevnunum í bili sínum.

Tveir menn eru ákærdir fyri at hava skipað fyri smuglingini og hava fíggjað rúsevnini. 

 

Á Hotel Hafnia

Rætturin verður settur á Hotel Hafnia, tí so nógv fólk eru, at Dómhúsið er ov lítið.

Til dømis skulu 12 løgreglufólk vera við, tveir til hvønn ákærda.   

Teir báðir menninir, sum løgreglan heldur eru bakmenninir, tá ið rúsevnini vóru smuglað, vóru 22. januar varðhaldsfongslaðir í rættinum í Århus.

Ein maður aftrat er skuldsettur. Tveir av monnunum eru úr Horsens. Triði maðurin hevur ongan fastan bústað.

Jógvan Páll Lassen er advokatur hjá føroyinginum, sum er ákærdur í málinum. Hini hava øll danskar advokatar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572