Estetiskur fimleikur: Øll tey føroysku liðini í finalur

Estetiskur fimleikur: Øll tey føroysku liðini í finalur
Føroysku liðini, sum kappaðust í altjóða steypakapping í Estlandi, fingu góð úrslit
Tey trý føroysku liðini, sum kappaðust í Finnlandi, komu øll í finalur
Mynd: Fimeikasamband Føroya  
 
03.03.2025 - 11:02

Kvinnuliðið Lyra hjá Ljósinum var fremsta føroyska liðið í altjóða steypakapping í Tartu í Estlandi um vikuskiftið.

Lyra kom í finaluna sum nummar fimm av 18 liðum, og í finaluni eydnaðist at varðveita 5. plássið við 45.000 stigum. Mira úr Havnar Fimleikafelag endaði beint aftanfyri Lyru í 6. plássi við 43.499 eftir eitt 7. pláss í innleiðandi kappingini.

 - Vit vóru bert 0,1 stig frá fjórða plássinum, so vit hava nakað at stremba eftir, tá vit fara til Kanada í apríl til aðru World Cup kapping, segði annar av venjarunum hjá Lyru, Bjørt Olafsdóttir.

 - Vit fingu eisini eina venjing við Antton Laine, sum hevur gjørt seriuna hjá okkum, og hann hevði onkrar broytingar, sum vit nú skulu í gongd við at læra okkum.

Rúna Kyster Gærdbo, venjari hjá Mira, sigur at tær eru stak væl nøgdar við túrin, sjálvt um alt ikki gekk eftir ætlan.

- Tíverri hendu fleiri mistøk á gólvinum, so vit kunnu tí ikki siga, at vit eru nøgdar við sjálva framførsluna, men vit hava lært nógv. Ikki minst tað at síggja elituliðini hevur givið okkum dýrabaran íblástur.

Í unglingabólkinum endaði Ara í Ljósinum á 10. plássi samanlagt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167