Turið tekur eitt tørn afturat

Turið tekur eitt tørn afturat
Turið Arge Samuelsen, sum takkaði fyri seg eftir EM í Basel í desember, hevur gjørt av at hjálpa til við HM-playoff dystunum ímóti Litava. Tað sama hevur Brynja Høj
03.03.2025 - 17:02

Turið Arge Samuelsen, sum gavst á føroyska hondbóltslandsliðnum eftir søguliga EM-endaspælið í desember, tekur enn eitt tørn.

Tað sama ger verjugeneralurin Brynja Høj. Tær vera báðar við, tá Føroyar spæla playoff-dystir til HM ímóti Litava í apríl.

 - Landsliðsvenjarin setti seg í samband við meg fyri einum mánað síðan og spurdi, um eg ikki kundi taka hesar báðar dystirnar Hann helt tað var upplagt, eftirsum kappingarárið framvegis er í gongd, og at tað hevði verið gott, at havt meg og Brynju við, segði Turið Arge Samuelsen.

 - Tað er trupult at siga nei, tá hann spyr, um eg vil hjálpa kvinnulandsliðnum til koma til HM, so eg segði gamaní, sigur skjóti vongurin, sum kortini slær fast, at talan bert verður um dystirnar ímóti Litava. Eisini um úrslitið verður eitt HM-pláss.

 

Fínpussa spælið

Føroyska landsliðið skal venja saman alla vikuna, og tíðin skal brúkast til at nýggja spælið upp aftur og at bøta um tað, sum kann bøtast um.

 - Vit halda millum annað, at vit skulu fáa meir burturúr okkara kontraspæli, og so vilja vit menna álopsspælið eitt sindur eisini, segði hjálparvenjarin, Simon Olsen, sum stóð á odda fyri fyrstu venjingini sunnukvøldið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423