Kanada og Kina svara amerikanskum tolli aftur

Kanada og Kina svara amerikanskum tolli aftur
Kanada leggur 25 prosent toll á amerikanskar vørur, og Kina er eisini til reiðar at svara amerikanska revsitollinum aftur
Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau.
 
04.03.2025 - 08:17

Kanada fer at svara aftur við 25 prosentum í tolli á fleiri vørur úr USA, nú USA hevur sett 25 prosent toll á kanadiskar vørur. 

Tað boðaði kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, frá í gjár.

Hann sigur, at tollurin fer at raka amerikanskar vørur fyri tilsamans 30 milliardir kanadiskar dollarar longu frá í dag at rokna, og so hækkar hann so líðandi næstu 21 dagarnar til eitt virði uppá 155 milliardir kanadiskar dollarar.

Seinasta upphæddin svarar til 765 milliardir krónur.

USA boðaði frá 25 prosentum í tolli á vørur úr Kanada og Meksiko, og tollhækkingin kom í gildi í morgun.

Kanadiski uttanríkisráðharrin, Melanie Joly, sigur, at fráboðaði amerikanski revsitollurin rakar Kanada meint og hóttir túsundatals arbeiðspláss.

 

Kina svarar eisini aftur

Kinesiska handilsmálaráðið er til reiðar við aftursvari til USA, sum hevur sett 10 prosent í revsitolli á kinesiskar vørur. 

Tað skrivar NBC news-

Kina fer at seta millum 10 og 15 prosent tolli á ávísar amerikanskar vørur,  eitt nú kol, natúrgas, landbúnaðarmaskinur og bilar. 

Og 15 prosent tollur verður lagdur á høsnarungar, hveiti, meis og bummull úr USA.

Kinesiski tollurin kemur í gildi mánadagin 10. mars, stendur í tíðindaskrivi frá kinesiska handilsmálaráðnum í dag.

Amerikanski revsitollurin rakar allar vørur úr Kina, og grundgevingin er altjóða streymurin av rúsevninum fentanyl, sum ofta kemur úr Kina.

Men Kina sigur, at londini bæði hava samstarvað um at berja niður rúsevni, 'og hava fingið munagóð úrslit', og at USA brúkar fentanyl sum umbering til at leggja eyka toll á kinesiskar vørur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985