Hallur og Rógvi við ímóti Hollandi

Hallur og Rógvi við ímóti Hollandi
Hallur Arason úr Afturelding og Rógvi Dal Christiansen úr Kyndli eru innkallaðir til føroyska hondbóltslandsliðshópin, sum skal spæla tveir dystir ímóti Hollandi í næstum
Hallur Arason var við til landsliðsvenjingar í januar, og nú er bakkurin tikin út til dystirnar ímóti Hollandi
Mynd: Andrei Antal/Hondbóltssamband Føroya  
 
04.03.2025 - 10:49

Hallur Arason úr Afturelding og Rógvi Dal Christiansen úr Kyndli eru spælarar nummar 15 og 16 í føroyska hópinum, sum skal spæla EM-undankappingardystir ímóti Hollandi í næstum.

Hetta merkir eisini, at Vilhelm Poulsen úr Hannover-Burgdorf ikki verður klárur til stórdystirnar ímóti Luc Steins og hinum í appilsingulum. Peter Krogh úr Aarhus HC er heldur ikki við, so landsliðsvenjararnir fáa eina avbjóðing við verjuspælinum.

Høgri bakkurin úr Kvívík hevur bert spælt ein landsdyst, meðan Rógvi Dal Christiansen hevur umboða Føroyar 23 ferðir, seinast í 2021.

EM-undankappingardystirnir móti Hollandi verða á heimavølli Við Tjarnir 12. mars og á útivølli sunnudagin 16. mars.

 

Føroyski hópurin

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite
Aleksandar Lacok, Lugi Handboll

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK
Óli Mittún, IK Sävehof
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel
Bjarni í Selvindi, Valur
Hallur Arason, Afturelding

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold
Leivur Mortensen, FIF Håndbold
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin
Allan Norðberg, Valur

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357