Vera afturvald í nevndina

Vera afturvald í nevndina
Á aðalfundinum fer nevndin í Føroya banka eisini at mæla til, at 350 mió. kr. vera latnar í vinningsbýti
Føroya Banki hevur aðalfund 27. mars.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2025 - 08:00

Tom Ahrenst, Kristian Reinert Davidsen og Marjun Hanusardóttir vera afturvald í nevndina hjá Føroya banka á ársaðalfundinum 27. mars.

Tað mælir nevnd bankans í øllum førum til. 

Á aðalfundinum fer nevndin eisini at mæla til, at 350 mió. kr. vera latnar í vinningsbýti.

Tað svarar til 36 krónur og 46 oyru fyri hvørt partabræv, sum nominelt er 20 kr. 

Aðalfundurin skal eisini staðfesta við viðtøkubroyting, at bankin nú eitur Føroya banki.

Og bankin hevur 17 hjánøvn, millum annað BankNordik.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329