Eingin flokkur í Grønlandi vil seta árstal á loysingina 

Eingin flokkur í Grønlandi vil seta árstal á loysingina 
Hóast nógv verður tosað um sjálvstýri í valstríðnum til landstingið, so kann eingin flokkur svara, nær grønlendskt sjálvstýri verður veruleiki
 
07.03.2025 - 15:54

Tað kom greitt til sjóndar í politiska orðaskiftinum í grønlendska kringvarpinum í vikuni. Eingin flokkur vil heldur seta dato á, nær ein møgulig fólkaatkvøða um sjálvstýri kann haldast. 

Í valsendingini hjá KNR vórðu teir seks flokkarnir, sum stilla upp hesaferð, spurdir um fólkaatkvøða um grønlendskt sjálvstýri verður hildin í næsta valskeiði. Eisini tann spurningurin var trupul at svara hjá flokkunum. 

-Eg vóni, at ein fólkaatkvøða kann haldast í næsta valskeiði, sigur Karl Ingemann úr nýggja flokkinum Qulleq, sum annars er ein loysingarflokkur. Eisini hann hevur trupult at seta árstal á sjálvstýrið: 

-Spurningurin er torførur at svara. Vónandi fáa vit sjálvstýri innan alt ov rúma tíð. Men eg veit ikki, nær tað verður, sigur Karl Ingemann. 

Doris Jacobsen-Jensen úr Siumut veit heldur ikki, um fólkaatkvøða um sjálvstýri verður sett á dagsskrá næsta valskeið: 

-Tað ber ikki til at svara, hvørki ja ella nei, sigur Doris Jacobsen-Jensen og leggur afturat, at tað ber heldur ikki til at seta árstal á grønlendskt sjálvstýri.  

Flokkurin Atassut ynskir ikki at loysa frá Danmark. Og flokkurin vil heldur ikki hava nakra fólkaatkvøðu um sjálvstýri í næsta valskeiði:  

-Nei, tað eru vit ikki til reiðar til, sigur Bentiaaraq Ottosen og heldur fram: 

-Vit í Atassut stuðla ríkisfelagsskapinum, vit ynskja ein ríkisfelagsskap, har vit eru javnsett. Vit kunnu heldur ikki seta árstal á sjálvstýri. Tann avgerðin liggur hjá fólkinum, sigur Bentiaaraq Ottosen. 

Ane Hansen, sum umboðaði flokkin IA í kjakinum hjá KNR, trýr heldur ikki uppá fólkaatkvøðu í næsta valskeiði: 

-Tað náa vit ikki, til tað er uppgávan alt ov stór, sigur Ane Hansen og leggur afturat, at Grønland neyvan fær sjálvstýri í hennara livitíð. 

-Tað hóskar seg ikki at svara so beinleiðis, men spyr tú meg í dag, so er svarið nei, sigur Jens-Frederik Nielsen úr flokkinum Demokraatit. Hann vil heldur ikki seta árstal á, nær sjálvstýri verður veruleiki: 

-Tað er beinleiðis ábyrgdarleyst at seta árstal á, nær Grønland fær sjálvstýri, sigur Jens-Frederik Nielsen. 

Flokkurin Naleraq hevur í síni valskrá lagt stóran dent á grønlendskt sjálvstýri. Men heldur ikki tey eru sannførd um fólkaatkvøðu næsta valskeið: 

-Spurningurin er trupul at svara ítøkiliga, men vit mugu byrja arbeiðið nú, og so er spurningurin, nær vit koma á mál. Tað kann vera í 2030, 2035 ella í 2050, sigur Aki-Matilda Høegh-Dam, sum áður hevur umboðað Siumut, men til valið hesaferð stillar upp fyri flokkin Naleraq. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. februar
Vikuskiftið 20 feb 2026
204567
Fríggjadag 20. februar
LEITISSTEIN 20.02.2026
204562
Fríggjadag 20. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Uni Debess
204535
Fríggjadag 20. februar
Morgunlestur fríggjadagur 20.februar 2026
204091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. februar
Veðrið
204564
Fríggjadag 20. februar
Ronja í løtuni í Kaldbak
204483
Fríggjadag 20. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204532
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418