Ikki fegin um tunnilsloysn

Ikki fegin um tunnilsloysn
- Løgmaður hevur ikki flutt seg í mun til teir veruligu trupulleikarnar, men bara bagatellirnar, sigur Anna Paulina Leo Olsen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu.
Anna Paulina Leo Olsen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
09.03.2025 - 16:36

Í uppskotinum um Suðuroyartunnil, sum nú er borið í Løgtingið, arbeiðir tunnilsfelagið víðari við eini tunnilsloysn við tunnilsmunnum í Djúpadali norðan fyri Skarvanes og í Sandvík.

Tað er Anna Paulina Leo Olsen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu, alt annað enn fegin um.

- Tað er ikki pláss fyri tunnilsmunnanum í Djúpadali og fólk búgva har. Eg dugi heldur ikki at síggja, hvussu koyrast skal við einum persónbili tvørtur ígjøgnum arbeiðsplássið har, sigur hon.

 

Bara bagatellir
Samstundis finst hon at Aksel V. Johannesen, løgmanni, at hann ikki hevur flutt seg í mun til teir veruligu trupulleikarnar.

- Tunnilsmunnin er skeivt staðsettur, so tí er tað í míni verð ein bagatell, um linjuføringin fer upp um Hamarin á Sandi ella ígjøgnum Sandsbygd, tí tann veruligi trupulleikin er, hvar skal hasin tunnilin upp og skal hasin tunnilin yvirhøvur gerast, sigur hon

Eisini fílist borgarstjórin í Húsavíkar kommunu á, at kommunan skal hava ábyrgdina av tilbúgvingini Sandoyarmegin. 

- Við hesum er tað einki sum bendir á, at tunnilsfelagið ætlar at taka ábyrgd av tilbúgvingini, og tað ætlar landið heldur ikki, heldur Anna Paulina Leo Olsen, ið vísir á, at Húsavíkar kommuna samstundis skal varða av trygdini í Dalstunlinum.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Annu Paulinu Leo Olsen:

2025-03-09-Anna-Paulina-Leo-Olsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985