- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minni ferðsla í undirsjóvartunlunum - uttan í Eysturoyartunlinum
Minni ferðsla í undirsjóvartunlunum - uttan í Eysturoyartunlinum
6.228 akfør koyrdu í miðal millum Eysturoynna og Streymoynna í september

Minni ferðsla var í øllum undirsjóvartunlunum uttan í Eysturoyartunlinum í september enn í august.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
05.10.2026 - 08:16
Minni ferðsla var í øllum undirsjóvartunlunum uttan í Eysturoyartunlinum í september enn í august.
Í Eysturoyartunlinum var miðaltalið 6.228 í september. Tað var 5.947 í august.
Hetta var millum Eysturoynna og Streymoynna.
Millum Strendur og Rókina vóru akførini 1068 í miðal um samdøgrið í september. Tey vóru 982 í august.
Í Sandoyartunlinum vóru 1150 akfør í september. Tey vóru 1257 í august.
Í Vágatunlinum vóru akførini 3.348 í september og 3.808 í august.
Og í Norðoyatunlinum var miðaltalið í september 4.846. Tað var 5.349 í august.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























