FM á 2000 metrum: Heri róði frá hinum

FM á 2000 metrum: Heri róði frá hinum
Heri Klein Olsen kom, sá, sigraði og fór avstað við føroyameistaraheitinum í opna bólkinum hjá monnum, tá FM í innróðri var leygardagin
10.03.2025 - 15:52

Heri Klein Olsen var bestur, tá hann í harðari kapping vann føroyameistaraheitið í inniróðri á 2000 metrum um vikuskiftið.

Tobias Kempf endaði á 2. plássi, og Kristian Linklett Mortansson  fekk bronsuna.

 - Tað eru ræðuliga nógvir góðir rógvarar til kappingina, so mann hopaði upp á tað besta, og tað gekk, segði FM-vinnarin eftir kappingina.

Næstu tíðina verður farið av maskinunum og í bátarnar, og allir tríggir heiðursmerkjavinnararnir skulu royna seg í summar.

Heri Klein Olsen og Kristian Linklett Mortansson skulu kappast í tíggjumannafarsróðrinum við ávíkavist Norðingi og Havnarbátinum.

Tobias Kempf verður at finna í áttamannafarinum Sørvingi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489