Kvinnurnar vunnu kommunuvalið í Grønlandi

Kvinnurnar vunnu kommunuvalið í Grønlandi
Í øllum fimm kommununum var ein kvinna toppskorari
Martha Abelesen úr Siumut var toppskorari í høvuðsstaðarkommununi við 713 atkvøðum.
Mynd: Sermitsiaq  
 
02.04.2025 - 15:40

Kvinnurnar vunnu grønlendska kommunuvalið, sum var í gjár.

Í øllum fimm kommununum var ein kvinna toppskorari.

Um tað merkir, at Grønland næstu fýra árini bara fer at hava kvinnur sum borgarstjórar, er tó ivasamt, tí summar av teimum vóru ikki partur av størsta flokki á valinum.

Í Sermersooq kommunu, sum við høvuðsstaðnum Nuuk er størsta kommuna í fólkatali eins væl og í vídd, bleiv Martha Abelsen úr Siumut toppskorari við 713 atkvøðum.

Siumut fekk sjey av teimum tilsamans 19 kommunustýrislimunum. IA fekk eisini sjey, Demokraatit fekk fýra, og Naleraq fekk ein.

IA hevur átt borgarstjóran í Nuuk síðan 2009. Seinasta valskeiðið hevur Avaraaq S. Olsen verið borgarstjóri. Hon fekk 684 atkvøður hesaferð - 29 færri enn Martha Abelsen.

 

Siumut framgongd, IA afturgongd

Samanborið við valið til landstingið - Inatsisartut - stóð Siumut seg væl á kommunuvalinum í gjár. Siumut fekk 33,6 prosent av samlaðu atkvøðunum, 1,1 prosentstig fleiri enn í 2021.

IA hevði hinvegin eina stóra afturgongd - úr 36,9 prosentum í 2021 niður í 21,4 prosent hesa ferð. Ein afturgongd uppá 15,5 prosentstig.

Og eins og til landstingsvalið í mars gjørdi Demokraatit skarvslop á kommunuvalinum. Úr 6,8 prosentum í 2021 upp í 25 prosent hesa ferð - ein framgongd uppá 18,2 prosentstig.

Attasut og Naleraq stóðu nøkulunda í stað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329