Flóttafólk noyðast at flyta, tí íbúðin skal brúkast til ferðafólk

Flóttafólk noyðast at flyta, tí íbúðin skal brúkast til ferðafólk
Hetta elvir til strongd og ótryggleika, sigur integrasjónssamskipari í Tórshavnar kommunu
Í kanning, sum Útlendingastovan hevur gjørt í samstarvi við Fróðskaparsetrið, siga ukrainsku flóttafólkini í Føroyum, at teimum tørvar ein fastan bústað. 
 
03.04.2025 - 13:03

Meðan fyrireikingar til ferðavinnuháárstíðina er í hæddini, merkir tað millum annað, at leiguavtalan hjá summum ukrainskum flóttafólkum verður uppsøgd í hesum døgum, tí hesar íbúðir nú skulu leigast út til ferðafólk um summarið. 

Hetta hevur við sær, at flóttafólkini javnan flyta bústað, og tað elvir til strongd og ótryggleika, sigur Fía Lindenskov, integrasjónssamskipari í Tórshavnar kommunu.

 

Fía Lindenskov. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Angelina Johannesen, ukrainskur tulkur, sum hevur búð í Føroyum í mong ár, sigur, at tað er hart sálarliga hjá ukrainskum familjum við børnum, at tey aftur nú skulu finna eitt nýtt stað at búgva í.

Í kanning, sum Útlendingastovan hevur gjørt í samstarvi við Fróðskaparsetrið, siga ukrainsku flóttafólkini í Føroyum, at teimum tørvar ein fastan bústað. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

03042025_Ukrainsk_flottafolk

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952