Ferðsluvanlukka kravdi mannalív

Ferðsluvanlukka kravdi mannalív
Ein 17 ára gamal drongur er deyður av løstunum, hann fekk, tá skutarin, sum hann koyrdi, og ein bilur stoyttu saman
 
08.04.2025 - 08:09

Ein ferðsluvanlukka á landsvegnum oman fyri Skála hósmorgunin í síðstu viku hevur kravt mannalív.

Ein 17 ára gamal drongur er deyður eftir vanlukkuna, skrivar mamma hansara á Facebook. 

Hann var á skutara.

Skutarin og ein bilur, sum koyrdi sama veg sum skutarin, rendu saman.

Drongurin var fyrst sendur á Landssjúkrahúsið og haðani til Danmarkar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Andaktin
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597