Ovasavnið nýggjar karmar

Ovasavnið nýggjar karmar
Nýggja Ovasavnið hevur latið dyrnar upp, og Diana Wictoria hevur nú fingið eitt virðiligt heim, sigur Guðrun Sundar Hansen, dagligur leiðari.
02.05.2025 - 19:33

"Vælkomin til nýggja Ovasavnið"

Tað er Guðrun Sundar Hansen, sum opnar dyrnar. Hon er dagligur leiðari á Ovasavninum, og fyri hana er tað ein fantastisk kensla, at hølini, ið húsa nýggja Ovasavninum nú standa liðug. 

"Vit bygdu savnið, tí vit vildu geva bátinum eitt virðiligt heim og lýsa søguna um Ova, sum gjørdi eitt bragd, sum hvørki er gjørt áðrenn og nokk heldur ikki verður gjørt aftur," sigur Guðrun Sundar Hansen. 

Ein megnarferð í 1986

Í 1986 eydnaðist tað Ova Joensen at sigla einsamallur úr Nólsoy til Langelinie í Keypmannahavn við bátinum Dianu Wictoriu. 

Ove Joensen fór avstað tríggjar ferðir, og lukkutíð so eydnaðist tað honum at koma á mál á triðja túrinum í 1986.

Sambært Guðruni Sundar Hansen trúðu fólkið ikki heilt uppá hann, og tí var hann avgjørdur um, at hann skuldi eydnast við ætlan síni.

Handverkið í hásæti

Nýggju hølini hýsa bæði nýggja Ovasavninum og kunningarstovuni í Nólsoy.

Og í húsinum er hugsað um hvønn sentimetur - alt frá steingólvinum til træloftið og prýðið á veggjunum.

"Hetta er handverk allan vegin ígjøgnum," sigur Guðrun Sundar Hansen. 

Hølini rúma fjøbroytni

Tað hevur verið umráðandi, at tilfarið hevur verið av besta slagið, og tað er ikki komið uppá talu at linka krøvini í tí sambandi, sigur Guðrun Sundar Hansen.

Sambært henni skulu hølini brúkast til so nógv fjølbroytt virkesmi sum gjørligt, og tí vilja tey hýsa alt frá tónleikatiltølum, fyrilestrum, føðingardøgum og fundum.

"Tað kennist fantastisk, tað ger tað virkuliga. Hetta hevur verið eitt stríð, men hetta er alt stríðið vert," sigur Guðrun Sundar Hansen um nýggja Ovasavnið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297