Fjórðingurin av ruskinum verður endurnýttur

Fjórðingurin av ruskinum verður endurnýttur
IRF hevði 3,9 milliónir krónur í avlopi í fjør 
Nýggja nevndin í IRF, frá vinstru: Gunnvá S. á Lofti, forkvinna, Alvi Mortensen, næstformaður, Davia Nicolajsen, Sigurd Leifsson Lamhauge, stjóri, Frank Müller, Atli Fróði Johansen og Annika Steintórsdóttir Biskopstø.
 
01.05.2025 - 06:13

IRF hevði 3,9 milliónir krónur í avlopi í fjør. 

Tað eru 3,8 mió. kr. meira enn í 2023.

IRF tók 36.113 tons av burturkasti í fjør, 0,6 prosent meira enn í 2023.

63,6 prosent vóru brend, 24 prosent fóru til endurvinningar, og 12,3 prosent vóru tyrvd. 

Í fjør vóru tølini ávikavist 64,1, 25,3 og 10,5 prosent.

IRF sigur tað vera neyðugt at hava øll hagtøl um burturkast savnað fyri at fáa staðfest, hvussu nógv verður brent, hvussu nógv endurvunnið og, hvussu nógv verður tyrvt.

Panthøllin hjá IRF í Sandavági verður liðug 30. mars næsta ár.

Og í fyrru helvt av 2026 verður nýggja pantskipanin virkin. 

Tá verður ein pantskipan í staðin fyri 12, sum nú eru.

Nýggj nevnd

Á aðalfundinum hjá IRF, sum var týsdagin. var nýggj nevnd vald.

Í henni eru Annika Steintórsdóttir Biskopstø, Atli Fróði Johansen, Frank Müller, Gunnvá S. á Lofti, Davia Nicolajsen og Alvi Mortensen.

Gunnvá S. á Lofti er nú forkvinna og Alvi Mortensen næstformaður.

Alvi Mortensen er einasti nevndarlimur, sum eisini var í gomlu nevndini. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256