Immunverjan hjá 1000 føroyingum kannast

Immunverjan hjá 1000 føroyingum kannast
Útvið 1000 fólk, fødd í 1986 og 87, verða nú kannað fyri andevni. Tey fáa, um neyðugt ein sokallaðan boostara, ið kann hjálpa immunverjuni
 
14.11.2013 - 09:20

Tey børnini, sum vórðu kannað í kohortu 1 kanningunum, verða nú kannað av nýggjum. Tey vórðu fødd í 1986 og 87 og eru um 27 ár í dag.

Sambært Pál Weihe, yvirlækna, so fáa hesi fólkini í boðið í at fáa kannað immunverjuna og kannað verður, hvussu nógv andevni, tey hava í kroppinum.

Tey fáa eisini í boðið ein sokallaðan boostara, ið kann hjálpa imunverjuni, um neyðugt.

Ein kanning, sum varð almannakunngjørd av deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu í januar 2012, staðfestir, at umleið 10. hvør koppseting ikki virkar sum hon skal.

Kanningar hava víst, at 10. hvør, sum er koppsettur, ikki hevur nóg mikið av andevnum í kroppinum til at verja móti sjúkuni, sum viðkomandi er koppsettur fyri.

Kanningar hava eisini víst samanhang millum evnini, ið vanliga verða kallað PFC-evni, og vantandi andevni.

PFC-evnini verða brúkt í klæðum, í byggitilfari og í innpakkingartilfari og tey finnast tí í náttúruni í stórum mongdum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. februar
Skratsj 25. februar 2026
204806
Mikudag 25. februar
Eitt korter við klassiskum
204805
Mikudag 25. februar
Lesið reglurnar væl
204795
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693