Bilur rendi inn í mannamúgvu: Frá fagnaðarløtu til sorgarleik

Bilur rendi inn í mannamúgvu: Frá fagnaðarløtu til sorgarleik
Mariann Jacobsen var stødd nærindis, tá ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í Liverpool í gjárkvøldið
Mariann Jacobsen saman við avstralskum vinfólkum, sum eisini vóru komin til Liverpool at heiða meistaraheitið hjá fótbóltsfelagnum.
 
27.05.2025 - 13:31

Frá fagnaðarløtu til sorgarleik.

Soleiðis kendist tað hjá Mariann Jacbosen, sum var stødd nærindis, tá ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í Liverpool í gjárkvøldið.

Fólk í tíggju túsunda tali vóru komin saman at hátíðarhalda, at Liverpool hevur vunnið sítt 20. meistaraheiti.

Vinfólk hjá Mariann Jacobsen høvdu ferðast allan vegin úr Avstralia til Liverpool at fagna sínum liði, og Mariann, sum býr í Føroyum, gjørdi av at gera tað sama fyri at síggja vinfólkini.

Bretska løgreglan hevur handtikið ein 53-ára gamlan breta, sum hildið verður koyrdi bilin, í sambandi við hendingina, og løgreglan viðger ikki hendingina sum yvirgang, segði Jenny Sims, varapolitiinspektørur í Liverpool.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

27052025_Liverpool

 

Mariann Jacobsen við autografum frá Liverpool-spælarum í 2008-2009.

 

(Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928