Húsfrúgvin í Húsavík ríkasta kvinna nakrantíð í Føroyum

Húsfrúgvin í Húsavík ríkasta kvinna nakrantíð í Føroyum
Sagnirnar siga, at Guðrun Sjúrðardóttir í Húsvík átti Húsavíkargóðs, sum fevndi um Skálavík, Húsavík, Dal, Skarvanes og ein part av Sandi
Kápamynd til krabbabókinum "Húsfrúgvin í Húsavík"
Mynd: Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim  
 
18.06.2025 - 20:00

Skrivað og lisið upp: 
Andras Mortensen, Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

 

1701205

 

Guðrun Sjúrðardóttir er ein kend kvinna úr søguni. 

Í sagnunum verður hon nevnd “húsfrúgvin í Húsavík”, og sambært teimum skal hon hava verið ríkasta kvinna, sum hevur livað í Føroyum. 

Guðrun verður nevnd í teimum sonevndu “húsavíkarbrøvunum”, sum eru eitt miðaldarskjal við vitnisburðum, ið vórðu brúktir í einum rættarmáli hjá løgtinginum í tíðarskeiðinum 1403 til 1407.  

Tá ið málið byrjaði, var Guðrun deyð, og málið snúði seg um ognirnar, sum lógu eftir hana, og hvør hevði arvað hvat.  

 

Sera rík

Guðrun hevði verið sera rík, skilst av málinum. Hon hevði átt “Húsavíkargóðs”, sum jarðarognir hennara í Føroyum verða nevndar.  

Hetta góðs fevndi um Skálavík, Húsavík, Dal, Skarvanes og ein part av Sandi.

Tilsamans fevndi Húsavíkargóðsið um umleið 77 merkur við umleið 17 leigugørðum.  


Mynd eftir Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndehim

 

Arvaði mannin og børnini

Upprunaliga var tað maður hennara, Arnbjørn Gudleiksson, sum átti Húsavíkargóðsið.

Men Guðrun hevði arvað góðsið frá børnum teirra, sum høvdu arvað faðirin, men eisini vóru deyð.  

Hugsandi er, at Arnbjørn Gudleiksson hevur uppkeypt garðar í Sandoy eftir Svartadeyða í 1349. 

 

Átti eisini ognir í Hetlandi og Noregi

Harumframt hevði Guðrun átt jarðarognir í Hetlandi og Noregi og eisini stórar húsaognir á Bryggjuni í Bergen.  

Hesar ognir hevði hon arvað eftir faðir sín í Bergen, sum nevndist Sjúrður Hjalt, ið merkir, at hann var úr Hetlandi. 

Ein kona í Hetlandi, sum æt Ragnhild Hávarðsdóttir, arvaði Guðruna Sjúrðardóttur. Hon var faðirsystir hennara.  

Arvamálið eftir Guðruna sýnir, at í seinnu helvt av 1300-talinum var tætt búskaparligt og rættarligt samband millum Føroyar, Hetland og Bergen. 

 

Hvat: Brot úr Føroya søgu
Hvar: Í Góðan morgun Føroyar og á KVF Ljóð
Nær: Hósmorgnar ella tá tað passar tær á KVF Ljóð 

Brot úr Føroya søgu er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" er fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag. Í táttinum verður sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.  

Andras Mortensen er Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er útbúgvin cand.mag. í søgu og latíni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur tikið Phd. í mentanarsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Ph.d.-ritgerðina skrivaði Andras Mortensen um føroyska bátin við heitinum "Hin føroyski báturin" í 2001. Hann er fyrrverandi stjóri í Søvnum landsins, har hann eisini hevur starvast sum landsantikvarur. Hann fór í sítt núverandi starv á Setrinum í 2017.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366