Leiguferð til Dímunar við tyrluni fyri 3.000 kr.

Leiguferð til Dímunar við tyrluni fyri 3.000 kr.
Eva úr Dímun, sum rekur Dímunargarð, sigur, at stórur áhugi er fyri oynni, bæði hjá føroyingum og útlendskum ferðafólkum
Leiguferðir verða gjørdar til Dímunar í summar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
02.06.2025 - 18:00

Í summar verður møguleiki at fara til Dímunar við tyrluni hjá Atlantsflogi.

Ferðafólk verða flogin til Dímunar og fáa tveir tímar at uppliva oynna. Kostnaðurin er 3.000 kr. 

Eva úr Dímun, sum rekur Dímunargarð, sigur, at hetta er ein roynd, sum verður gjørd í summar.

 

Eva úr Dímun. 

 

Hon sigur, at stórur áhugi er fyri Dímun, bæði hjá føroyingum og útlendskum ferðafólkum.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at leiting og bjarging hava fremstu raðfesting, tá ið ræður um tyrluflúgving, og síðani kemur tyrluflúgvingin við ferðafólki.

Er tíð til avlops er møguleiki at gera leigutúrar við tyrluni, og áhugi er fyri hesum møguleikanum, sigur Jóhanna á Bergi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

02062025_Tyrla_til_Dimunar

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040