Virknisdepil í Sandoynni til viðgerðar

Virknisdepil í Sandoynni til viðgerðar
Virknis - og umlættingardepilin í Sandoynni skal verða eitt landsfevnandi tilboð, ið gevur øllum børnum og ungum við serligum tørvi
 
15.11.2013 - 09:47

Fíggjarnevndin fer á fundi í dag at viðgera virknis- og umlættingardepilin í Sandoynni.

Ætlanin er, at virknis - og umlættingardepilin í Sandoynni skal verða eitt landsfevnandi tilboð, ið gevur øllum børnum og ungum í Føroyum við serligum avbjóðingum møguleika fyri at fáa umlætting í gerandisdegnum og vikuskiftunum.

Eisini skal depilin vera karmur um lokala virksemið hjá Stuðulsfólkaskipanini fyri børn í Sandoynni.

 

Fjøltáttað tilboð

Í lógaruppskotinum stendur, at talan verður ikki um eitt siðbundið tilboð, sum vit kenna tað í dag.

Men møguleiki verður fyri at broyta og tillaga virksemið eftir tørvinum á økinum og í landinum sum heild.

Í deplinum verða 8 kømur við egnum baðirúmi og felagshølum til ymisk virknistilboð, ið kunnu rúma áleið 15 persónum. Almannaverkið hevur upplýst, at tørvurin á umlættingartilboði í vikuskiftunum er til staðar, sjálvt um henda tænasta í dag í ávísan mun verður veitt á antin Frítíðarheiminum, Dáanum ella í Reiðrinum.

 

Kostar 12 mió. kr.

Umlættingarheimið er mett at kosta 12.400.000 krónur.

Í samtyktu løgukørmunum fyri ávikavist 2013, 2014 og 2015 eru hesir pengar settir av til heimið.

Uppskotið hevur verið leingi ávegis. Annika Olsen legði uppskotið fram í apríl í ár, men tá vrakaði samgongan tað, tí hon helt, at uppskotið var ikki nóg undirbygt.

1. viðgerð av nýggja uppskotinum um virknis- og umlættingardepil í Sandoynni var í tinginum 22 oktobur.

Ætlanin er, at depilin skal vera klárur at taka í nýtslu í 2016.

Fíggjarnevndin fer eisini at viðgerða fíggjarlógina, lóg um umkoyringarveg í Skálabotni rundan um bygdina, og fleiri fylgilógir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572