- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politisk ungmannafeløg átala loynilurting
Sosialistisk Ung eru samd við Unga Tjóðveldi, tá tey vísa á, at uppskotið frá løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, um at loyva løgregluni at loynilurta fólk, er at gera seg inn á persónliga frælsið og er eitt óneyðugt tiltak.
Í tíðindaskrivi, skriva Sosialistisk Ung:
- Vit halda ikki, at tað er gott fyri eitt samfelag, sum burdi bygt á álit, frælsi og samhaldsfesti, at geva nøkrum stovni so nógv vald. Vit eiga at hava álit hvør á øðrum, og “lurta” eftir heldur enn at avlurta fólkið.
- Vit eru ikki ein tjóð, sum hevur nógv brotsverk ella ovurstórar rúsevnistrupulleikar. Vit eru ein tjóð, har ein av trupulleikunum hjá løgregluni fyri ikki so langari tíð síðani var, at tað er so dýrt at hava fongsul í Føroyum, tá ein næstan ikki hevur brotsfólk at koyra í fongslið.
Sosialistisk Ung óttast, at við at gera tað møguligt hjá løgregluni at loynilurta fólk, eru tað hópin av ósekum fólki, sum blíva rakt, og álitið millum fólkið og tað almenna minkar.
- Vit ynskja ikki hetta. Í Føroyum skulu vit hava álit á hvør øðrum, og løgreglan skal heldur brúka tíð og pening at byggja sambond og álit millum seg og fólkið, soleiðis at fólk boða teimum frá, um eitthvørt ólógligt fer fram. Vit eru ikki Danmark, Bretland ella USA. Vit eru nógv minni, og av tí sama er avlurting her so nógv meira nærgangandi enn í Bretlandi, og spurningurin “hvør eygleiðir eygleiðaran” er nógv meira viðkomandi.
- Vit hava ikki brúk fyri hasum møguleikanum og vit hava ikki hug til at risikera at koma í eina Snowden líknandi skandalu um nøkur ár. Vit kunnu koma so nógv longri við áliti og samstarvi.
Les grein um støðuna hjá Unga Tjóðveldi til loynilurtingina á ungdómsportalinum Røddin hjá Kringvarpi Føroya: Økt eftirlit hóttir persónliga frælsið