Náttúruverndarøki í Mykinesi

Náttúruverndarøki í Mykinesi
Eina verndarkunngerð fyri Lamba og Dalin í Mykinesi, har nógvur lundi heldur til, skal nú møguliga gerast
Endamálið við verndarkunngerðini er at verja lundan í Mykinesi.
 
07.06.2025 - 18:53

Umhvørvisstovan arbeiðir við at gera eina verndarætlan fyri náttúruøki í Mykinesi.

Í hesum sambandi verður skipað fyri fundi í Mykinesi, har staðbundin vitan og sjónarmið skulu savnast inn.

- Endamálið er at kunna um økisvernd, at lýsa øki og náttúruvirðini í økinum og at áhugapartar skulu fáa møguleika at siga frá sínum sjónarmiðjum, sigur Helena Davidsen, náttúrumálsviðgeri í  Umhvørvisstovuni. 

Serliga verður hugsað um eina verndarkunngerð fyri Lamba og Dalin í Mykinesi, har m.a. lundin heldur til.

 

16. juni

Mánadagin 16. juni verður borgarafundur í Mykinesi um møguligt náttúruverndarøki í Mykinesi.

Fundurin verður kl. 15 í dansistovuni og er almennur. 

Málið er gamalt, tí tað var longu 8. juni 2020, at Havstovan, Tjóðsavnið, Umhvørvisstovan og Visit Faroe Islands sendu eina felags áheitan til Yvirfriðingarnevndina um at mæla landsstýrinum til at friða Lamba og Dalin í Mykinesi.

Yvirfriðingarnevndin mælti í skrivi 28. apríl 2021 til at seta í verk friðing fyri at verja lundan í móti ov nógvari ferðslu í økinum í bútíðini hjá lundanum. Men av tí at nýggj náttúruverndarlóg var ávegis, valdi landsstýrið at bíða til nýggja lógin varð sett í gildi.

Á fundinum verður kunnað um tilgongdina, tá arbeitt verður við at gera eina verndarkunngerð, og hvussu staðkend fólk og aðrir áhugapartar kunnu veita upplýsingar um náttúruna og annað, sum er viðkomandi fyri skipan av verndini. 

Jósup siglir í sambandi við fundin.

 

1747686

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815