Nú eru 54.900 fólk í Føroyum

Nú eru 54.900 fólk í Føroyum
Fólkavøksturin seinasta árið var javnt býttur millum burðaravlop og nettoflyting, ávikavist 164 og 165 fólk
Fólkavøksturin var størstur í 2019, men síðani er hann minkaður niður í ein triðing av tí, hann var.
Mynd: Hagstovan  
 
10.06.2025 - 09:57

1. mai búðu 54.903 fólk í Føroyum, skrivar Hagstovan.

Tað eru 329, 0,6 prosent, fleiri enn 1. mai í fjør.

Fólkavøksturin var størstur í 2019. Tað árið var hann 1,8 prosent størri enn árið fyri.

Síðan tá er fólkavøksturin støðugt minkaður niður í ein triðing.

 

 

Burðaravlop og nettoflyting

Fólkavøksturin seinasta árið var javnt býttur millum burðaravlop og nettoflyting, ávikavist 164 og 165 fólk. 

Men burðaravlopið var størri enn í undanfarna tíðarskeiði.

Tí hóast nøkur fleiri doyðu, so vóru tað uppaftur fleiri børn, sum vóru fødd. 

Nettoflytingin minkaði nakað.

Færri fluttu úr Føroyum, men uppaftur færri fluttu til Føroya. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097