Grønlendska fótbóltssambandið úti í kuldanum

Grønlendska fótbóltssambandið úti í kuldanum
Grønlendska fótbóltssambandið hevur fingið umsóknina um limaskap í norðuramerikanska fótbóltssambandinum, Concacaf, noktaða
Mynd: Kalaallit Nunaanni Isikkamik Arsaattartut Kattuffiat (Fótbóltssamband Grønlands)  
 
10.06.2025 - 16:08

Grønlendska fótbóltssambandið fær ikki limaskap í norðuramerikanska fótbóltssambandinum, Concacaf.

Í gjár varð umsóknin hjá grønlendingum, um at gerast partur av Concacaf, avvíst.

Tey 41 limalondini í Concacaf høvdu um vikuskiftið eina eykaaðalfund, har millum annað støða varð tikin til, um Grønland skuldi gerast limaland nummar 42.

- Við støði í drúgvari meting frá umsitingini og stjórnini í Concacaf, og í samsvari við lógir hjá Concacaf, viðgjørdu limafeløgini limaumsóknina, sum grønlendska fótbóltssambandið hevði latið inn, og hon bleiv einmælt vrakað, skrivar Concacaf í tíðindaskrivi.

 

Grønland fekk innbjóðing frá Concacaf 

Ynskið hjá grønlendska fótbóltssambandinum at gerast partur av Concacaf snýr seg um rættin at spæla offisiellar landsdystir, luttaka í HM-undankappingum og altjóða felagskappingum. Nakað, sum Grønland ongantíð hevur roynt áður.

Grønland hevur ongantíð verið partur av einari altjóða fótbóltssamgongu. Í 2006 gjørdi UEFA eina reglu, sum sigur, at limalondini skulu vera partur av ST, um tey vilja gerast partur av UEFA. Tí kann Grønland ikki gerast limur. Hinvegin eru Føroyar, Skotland og Wales til dømis limir í UEFA, hóast tey ikki eru partur av ST.

Concacaf hevur harafturímóti ikki nakað krav um, at teirra limalond skulu vera limur í ST, og tí royndi grønlendska fótbóltssambandið í longri tíð at fáa samband við norðuramerikanska fótbóltssambandið, men uttan at tað hevði nakað upp á seg - inntil í fjør, tá Concacaf setti seg í samband við grønlendska fótbóltssambandið um limaskap. 

Men skuldi Grønland gerast nýggjur limur í Concacaf, so kravdi tað, at í minsta lagi 21 av 41 limalondum atkvøddu fyri. Men tað gjørdu tey ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158