Kongshjúnini á óalmennari vitjan í Koltri saman við Josephine prinsessu

bannari
Kongshjúnini á óalmennari vitjan í Koltri saman við Josephine prinsessu
Tað kom óvart á fólk, at kongshjúnini høvdu annan av tvíburðunum, Josephine prinsessu, við til Føroyum. Tey trý vóru ein túr úti í Koltri í gjár
Kongshjúnini og Josefine prinsessa úti í Koltri í gjár
Mynd: Kongehuset  
 
11.06.2025 - 07:24

Kongshjúnini komu til landið við flogfari seinnapartin í gjár. 

Myndir: Kongehuset

 

Tá í Fríðrikur kongur og Mary drotning stigu út úr flogfarinum var greitt, at tey vóru ikki komin einsamøll til Føroya. 

 

Við sær høvdu tey Josephine prinsessu, ið er annar av tvíburðunum hjá kongshjúnunum. 

 

Tað var ikki almannakunngjørt áðrenn, at kongshjúnini fóru at hava eitt av børnunum við, so tað var eitt gleðiligt yvirraskilsi. 

 

Kongshjúnini og Josephine prinsessa fóru beina leið út í Koltur at vitja oynna. 

 

Fríðrikur kongur er vorðin verji hjá Koltursætlanini, ið snýr seg um at leggja oynna brakk, so náttúran kann førast aftur til sín uppruna. 

 

Almenna skráin fyri kongshjúnavitjanina byrjar annars í dag, tá Kongsskipið Dannebrog leggur at á Bursatanga í Havn. 

Øll skráin fyri vitjanina sæst HER. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391