Her er skráin fyri vitjanina hjá kongshjúnunum

bannari
Her er skráin fyri vitjanina hjá kongshjúnunum
Í morgin byrjar fyrsta almenna vitjanin hjá kongshjúnunum í Føroyum, og næstu dagarnar vitja Fríðrikur kongur og Mary drotning ymsastaðni í landinum. Sí skránna her
Mynd: Kongehuset  
 
10.06.2025 - 17:10

Kongshjúnini komu til landið í dag, tá flogfarið við teimum setti seg Vágum klokkan 14.35.

Hóast kongshjúnini koma til landið í dag, so byrjar almenna skráin ikki fyrr enn klokkan 9.45 fyrrapartin í morgin, tá kongsskipið Dannebrog leggur at á Bursatanga í Havn.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum er vertur fyri vitjanini, heldur røðu.

Kongshjúnini vitja millum annað í Havn, Vági, Fámjin, Tvøroyri og á Eiði.

Almenna vitjanin endar fríggjadagin á Eiði, tá kongshjúnini eru vertir fyri móttøku umborð á kongsskipinum Dannebrog. 

 

Skráin fyri Kongshjúnavitjanina
 

Mikudagur tann 11. juni í Havn:

Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at á Bursatanga.
Kl. 10.00 Kongshjúnini fara í land. Almenn móttøka, har løgmaður heldur røðu.
Kl. 10.20 Spákað verður til Tinganes.
Kl. 10.30 Løgmaður er vertur fyri móttøku og kongshjúnini hitta landsstýrið.    
Kl. 11.05 Spákað verður til Løgtingið.
Kl. 11.15 Móttøka í Løgtinginum, har kongshjúnini hitta formansskap løgtingsins og tinglimir.
Kl. 12.00 Spákað verður til trappuna í Vágsbotni, har Tórshavnar kommuna hevur almenna móttøku. Býráðið verður navnkent, og borgarstjórin heldur røðu.
Kl. 12:45 Borgarstjóri er vertur fyri miðmála á Hotel Hafnia. 
Kl. 14.20 Vitjað verður við Tjarnir, har dentur verður lagdur á føroyskan hondbólt.

H.H. Kongurin
Kl. 15.35 Kongur vitjar umlættingar- og rehabiliteringsdepilin URD. Greitt verður frá um URD og kongur hittir fólk, sum eru til endurvenjing.

H.H. Drotningin
Kl. 15.45 Drotningin vitjar Glyvra Skúla, har greitt verður frá um verkætlanina Betri vinir.

Kl. 19.00 Løgmaður er vertur fyri veitsludøgurða á Hotel Føroyum.

 

Hósdagur tann 12. juni í Vági, Fámjin og á Tvøroyri:

Vágur

Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at í Vági.
Kl. 10.00 Kongshjúnini fara í land. Vágs kommuna hevur almenna móttøku, har borgarstjórin heldur røðu og navnkennir býráðið.
Kl. 10.15 Farið verður við bili til Fab Lab, sum er í skúlanum.
Kl. 10.20 Vitjað verður á Fab Lab í Vágs skúla.
Kl. 11.00 Farið verður við bili til Vágseiði, har kongshjúnini hitta lærarar og fyrrverandi næmingar á Ítróttaháskúlanum.
Kl. 12.55 Borgarstjórin er vertur fyri miðmála á Hamragarði. Kongshjúnini eta miðmála saman við eldri búfólki.
kl. 14.05 Farið verður við bili úr Vági til Fámjins.

Fámjin

Kl. 14.30 Komið verður til Fámjins. Borgarstjórin tekur ímóti uttan fyri kirkjuna og navnkennir bygdaráðið.
Kl. 14.40 Kongshjúnini vitja kirkjuna.
Kl. 15.00 Spákað verður til Taravirkið, TARI
Kl. 15.40 Farið verður við bili úr Fámjin til Tvøroyrar.

Tvøroyri/Trongisvágur

Kl. 16.00 Komið verður til barnagarðin Mýrifípan í Trongisvági. Uttanfyri barnagarðin er almenn móttøka hjá Tvøroyrar kommunu, har borgarstjórin heldur røðu.
Kl. 16.50 Farið verður við bili til plantasjuna í Trongisvági.
Kl. 16.55 Komið verður til plantasjuna. Spákað verður gjøgnum lundina og kongshjúnini gróðurseta eitt træ í sambandi við, at viðarlundin er vorðin 100 ár.  
Kl. 19.30 Borgarstjórin er vertur fyri døgurða á SALT og navnkennir býráðið har.
Kl. 22.20 Kongsskipið Dannebrog siglir av Drelnesi

 

Fríggjadagur tann 13. juni á Eiði:

Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at á Eiði.
Kl. 10.00 Kongshjúnini koma í land.
Kl. 10.10 Farið verður við bili til myndastovuna hjá Sigruni Gunnarsdóttir.
Kl. 11.00 Komið verður við bili oman á Vaglið, har Eiðis kommuna er vertur fyri almennari móttøku. Borgarstjórin heldur røðu og navnkennir bygdaráðið.  
Kl. 11.20 Spákað verður framvið ellisheiminum til Hólmahúsið.
Kl. 11.35 Komið verður til Hólmahúsið, har borgarstjórin er vertur fyri miðmála.  
Kl. 12.45 Farið verður við bili aftur til kongsskipið Dannebrog.
Kl. 12.50 Komið verður til kongsskipið Dannebrog, og kongshjúnini fara umborð.
Kl. 18.00 Kongshjúnini eru vertir fyri móttøku umborð á kongsskipinum Dannebrog.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. januar
Morgunlestur leygardagur 3.januar 2026
202086
Fríggjadag 2. januar
Vikuskiftið 2 jan 2026
202191
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
Árið, ið fór í mentan 2025
202171
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132