Veiðigjaldið á sild farið niður í helvt

Veiðigjaldið á sild farið niður í helvt
Orsøkin er, at sildarkvotan er so lítil í ár, men veiðigjøldini fyri makrel og svartkjaft eru tey somu, sum vóru kunngjørd í fjør summar
Gøtunes er eitt av uppsjóvarskipunum. Av tí at sildarkvotan fór niður um eina helvt av miðalkvotuni, fer veiðigjaldið niður í helvt.
 
11.06.2025 - 13:47

Veiðigjaldið fyri sild fyrra hálvárið í ár er farið niður í helvt.

Tað er nú 59 oyru kilo.

Tað var eina krónu og 18 oyru sambært kunngerð, sum kom í fjør summar.

Orsøkin er, at sildarkvotan er so lítil í ár.

 

Landskassin missir eisini helvtina

Lógin um veiðigjald sigur, at minkar kvotan niður um eina helvt av miðalkvotuni, fer veiðigjaldið niður í helvt.

Fyri landskassan merkir tað, at veiðigjaldið frá norðhavssildini ikki verður 33 milliónir, men 16,5 milliónir krónur í fyrra hálvári í ár.

Veiðigjøldini fyri makrel og svartkjaft eru tey somu, sum vóru kunngjørd í fjør summar.

Tey eru eina krónu og 45 oyru fyri kilo av makreli og 40 oyru fyri svartkjaft.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166