Temadagar í summar

Temadagar í summar
Í summar fara vit at senda nakrar av væl umtóktu tematýsdøgunum aftur
 
12.06.2025 - 14:59

Árini frá 2017 til 2022 var sendingin Nón send seinnapartar í útvarpinum. Týsdagar vóru settir av til temasendingar um alskyns evni, og í summar fara vit at hoyra onkrar av hesum tematýsdøgunum aftur.

Evnini vóru ógvuliga ymisk, onkuntíð vóru tey rættiliga aktuell og farið var so í dýpdina. Onnur evni vóru meiri tíðarleys, og tað eru hesir tematýsdagarnir, sum verða sendir aftur.

Evnini, vit hava valt burturúr rúgvuni, eru alt frá sendingum um alment dannilsi, eldhuga, einsemi, tað góða lívið, Flemmish Cap, um at gerast gamal, seinna kríggið og tað góða summarið.

Fyrsti tematýsdagurin verður sendur nú leygardagin, og tað er evnið “tað góða summarið”, og næstu ferð verður evnið alment dannilsi.

Ymisk fólk gjørdu tematýsdagarnar, men nøkur sum gingu aftur vóru Ingi Rasmussen, Gunnar Nolsø, Lív Mikkelsen og Leif Láadal.

Tematýsdagarnir í summar verða sendir leygardag klokkan 13 til 15.

Hoyr sendingina longu nú her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375