Stuðla sjálvræði og fólkaræðilig virði í Grønlandi

Stuðla sjálvræði og fólkaræðilig virði í Grønlandi
Franski forsetin var á vitjan í Nuuk í gjár
Emmanuel Macron, forseti, Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður, og Metta Frederiksen, forsætisráðharri, á tíðindafundi í Nuuk í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.06.2025 - 08:02

Franski forsetin, Emmanuel Macron, danski forsætisráðharrin, Metta Frederiksen,  og formaðurin í grønlendska landsstýrinum, Jens-Frederik Nielsen, boðaðu í gjár frá, at tey standa saman og stuðla sjálvræði og fólkaræðiligu virðini í Grønlandi, nú geopolitiski áhugin fyri Arktis økist.

 

 

Jens-Frederik Nielsen. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Á felags tíðindafundi í Nuuk í gjár løgdu teir tríggir leiðararnir dent á sín samhuga, og mæltu til tættari samstarv.

Jens-Frederik Nielsen segði:

- Hetta er ein løgin tíð fyri okkum í Grønlandi. Vit liva eftir demokatiskum meginreglum, virðing fyri altjóða rætti, fyri landamørkum, fyri sjórættinum, og vit eru fegin um, at tú stendur saman við okkum og staðfestir, hvussu týdningamiklar hesar meginreglur eru.

Hann lýsti fundin sum eitt møguligt stig til tættari samstarv.

 

Grønland kann ikki seljast

Macron sendi greið boð um samleika og segði, at Grønland verður ikki selt, og kann ikki takast:

- Tað er ein boðskapur um virðing fyri sjálvræði og tínum avgerðum, trygd, búskaparligari og sosialari menning og burðardyggari umsiting av tínum náttúrutilfeingi, segði franski forsetin.

Hann mælti eisini til fleiri felags hervenjingar við norðurlendsk og baltisk lond, Kanada og enntá USA, sum skulu økja trygdina í Grønlandi alt arktiskta økið.

 

 

Emmanuel Macron. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

 

Metta Frederiksen.

 

Danski forsætisráðharrin, Metta Frederiksen, endurtók støðuna hjá Danmark og segði:

- Okkara sterki vilji er at verja tað, sum vit trúgva uppá: fólkaræði, frælsi, økisrætt og rættin hjá einum og hvørjum landi at avgera sína egnu framtíð.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928