U21-venjari: Stuttligt at vera partur av

U21-venjari: Stuttligt at vera partur av
Tað var ein stórur lætti, at tað eydnaðist at vinna á Slovenia, og hetta er stuttligt at vera ein partur av, sigur Hjalti Mohr Jacobsen, undan hálvfinaluni ímóti Portugal
IHF/Kolektiff/Anze Malovrh
Hjalti Mohr Jacobsen fegnast eftir sigurin á Slovenia, sum tryggjaði Føroyum pláss í hálvfinaluni ímóti Portugal
27.06.2025 - 17:14

Føroyska frøin var øgilig, tá tíðin fór, og Føroyar høvdu vunnið HM-fjórðingsfinaluna á Slovenia.

Føroyingarnir vóru seks mál frammanfyri í steðginum, men ímóti endanum minkaði munurin niður í eitt. Tá var talan um kaoshondbólt, sigur Hjalti Mohr Jacobsen, U21-venjari.

 - Tað var ótrúliga forloysandi. Serliga tí dysturin gekk, sum hann gekk. Vit vóru klárt betri í fyrra hálvleiki, men so sá mann, at vit blivu nervøsir í seinna hálvleiki, sigur Hjalti Mohr Jacobsen.

 

Sterkt mótstøðulið í hálvfinaluni

Í hálvfinaluni bíðar sterka portugisiska liðið, sum tapti EM-finaluna í fjør, manna við einum sterkum strikuspælara, einum góðum spælskipara, einum málverja við Champions League-royndum og eini krútsterkari miðverju.

 - Tað taktiska uppleggi verður at royna, um vit kunnu flyta okkara spæl burtur frá teimum báðum stóru miðverjunum. Kanska leypa eitt sindur á bakkarnar, vita um vit klára at fáa strikurnar hjá okkum út at stilla seg úti hjá bakkunum og kanska fáa okkurt innspæl, sigur Hjalti Mohr Jacobsen, sum leggur afturat, at Føroyar fara at spæla nógv sjey ímóti seks álopsspæl aftur í kvøld.

Hálvfinalan ímóti Portugal verður í kvøld klokkan 20.00.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328