Silvurligan: Føroyar bastu Georgia

Silvurligan: Føroyar bastu Georgia
Føroysku flogbóltsmenninir livdu upp til favorittleiklutin ímóti Georgia í síðsta dystinum í Silvurliguni í ár. Føroyar vunnu tryggan 3-1 sigur og yvirhálaðu Ísland í talvuni
Tað eydnaðist føroysku flogbóltsmonnunum at vinna 3-1 á Georgia í sínum síðsta dysti í Silvurliguni í ár
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
30.06.2025 - 13:00

Føroysku flogbóltsmenninir vunnu tryggan 3-1 sigur á Georgia í síðsta dystinum í Silvurliguni í ár.

Føroyar vóru favorittar, og vunnu eisini fyrsta sett 25-18, skrivar Flogbóltssamband Føroya.

Í 2. setti gekk tó ikki eftir vild, og Georgia gav føroysku monnunum ein hvøkk við at vinna sjey bóltar á rað og leggja seg framum 14-5. Føroyingarnir raknaðu við og minkaðu um munin, men ov seint; Georgia vann 25-21 og javnaði til 1-1.

Føroyar svaraðu kortini aftur í 3. setti, men munurin var ongantíð nógv størri ein trý stig. Seint í settinum javnaði Georgia til 18-18, men Føroyar vunnu settið 25-22 við smassjum frá Bjarna Joensen og Filipi Ilic.

Sigurin sá út til at vera komin í hús, tá ið Føroyar løgdu seg á odda 17-10 í 4. setti, men Georgia gjørdi ein vørr og bardi seg upp á 15-17, áðrenn Føroyar spentu í aftur og vunnu settið 25-18.

Við sigrinum fóru Føroyar fram um Ísland á stigatalvuni, sum var á sætta plássi.

Toppskorari hjá Føroyum í dag var Bjarni Joensen við 18 stigum. Yngri bróðurin Hjørtur fekk 15. Yngri Elisson Wang bróðurin, Jákup Árni, hevði fýra vinnarablokkar.

 

Silvurligan, menn:

Georgia – Føroyar 1-3 (18-25, 25-21, 22-25, 18-25)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688