Eru bannað í Noreg og ES og hava fiskiloyvi í Føroyum

Eru bannað í Noreg og ES og hava fiskiloyvi í Føroyum
Talan er um russisk skip, har illgruni er um, at tey fáast við fíggindaligt sinnað virksemi. Tó hava hesi skip hjá Murman Seafood fiskiloyvi í Føroyum
Melkart-2 er bannað at koma í norskar havnir og ES havnir
 
08.07.2025 - 12:45

Melkart-2 og Otankino hava bæði fiskiloyvi í Føroyum galdandi frá 5. apríl til 31. desember í ár. Bæði sleppa tey at fiska svartkjaft, makrel og sild í føroyskum sjógvi.

Tey sleppa eisini í føroyska havn. Tí havnastongsulin í Føroyum er IKKI galdandi fyri russisk skip, sum hava fiskiloyvi í Føroyum.

20. mai setti ES í verk revistiltøk ímóti reiðarínum hjá hesum báðum skipunum við ákærum um fregnartænastuvirksemi og sabotasju.

 

Seta trygdina í vanda
Seinnapartin í dag fara norskir myndugleikar at gera tað sama við somu grundgeving. Skipnini føra fíggindaligt sinnað virksemi, og tí skulu tey bannast heilt úr norskum sjóøki, siga norsku myndugleikarnir.

Bannið er galdandi fyri øll skip hjá reiðaríunum Norebo og Murman Seafood.

-Virksemið kann hótta norsk trygdarpolitisk áhugamál, sigur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, við norska miðilin VG.

 


Ostankino er eisini bannað í ES og í Noreg


Sostatt sleppa Melkart-2 og Otankino hjá Murman Seafood hvørki í ES sjóøki ella norskt sjóki. Tey sleppa heldur ikki inn í nakra ES havn ella norska havn. Men tey hava altso fiskiloyvi í Føroyum og hava loyvi til at koma í føroyska havn. Tey eru tvey av 28 russiskum skipum, sum hava fiskiloyvi í Føroyum og harvið loyvi at koma í føroyska havn.

Sambært upplýsingum hjá Vørn, hevur hvørki av skipunum enn verið í føroyskum øki í ár. Men tey hava framvegis fiskiloyvi og loyvi at koma í føroyska havn. Loyvini eru galdandi restina av árinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306
Mikudag 13. mai
Manscaping - teknmálstulkað
208302
Mikudag 13. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208297