Fyrstu heiðursmerkini upp á spæl í dag

bannari
Fyrstu heiðursmerkini upp á spæl í dag
Magni Hansen og Bergtór Thorsteinsson kappast í triathlon, meðan Rutt Gregersen skal royna seg í 10.000 metra renning. Heiðursmerkjasannlíkindini eru lítil
Fleiri skulu á rennibreytina í dag, men bert Rutt Gregersen kann vinna medalju
Mynd: Frælsur ítróttur Føroya  
 
13.07.2025 - 11:05

Í dag byrja kappingarnar á oyggjaleikum av álvara, og í triathlon og frælsum ítrótti kappast føroyingar um fyrstu heiðursmerkini.

Magni Hansen og Bergtór Thorsteinsson eru farnir út á rutuna í triathlon klokkan 11, og seint seinnapartin skal Rutt Gregersen royna seg í 10.000 metra renning.

Felags fyri hesi eru, at kjansurin at vinna heiðursmerki verður ikki mettur at vera stórur.

Síðstu árini hevur føroysk súkkling havt ilt við at vinna medaljur á oyggjaleikum. Súsanna Skylv vann triathlon-gullið í Gibraltar í 2019, men fýra ár seinni í Guernsey kom einki heiðursmerki til høldar.

Rutt Gregersen kappast á oyggjaleikum fyri fyrstu ferð. Hon er byrjað at venja aftur fyri kortum, og hevur ikki runnoð 10.000 í kapping í ár. Tí er trupult at meta um kjansirnar, men hjá Frælsum ítrótti Føroya siga tey, at hon hevur góðar møguleikar at enda í fremru hálvu av teimum 15 rennarunum. 

 

Innleiðandi kappingar í frælsum ítrótti og badminton

Fleiri skulu renna innleiðandi kappingar í dag. Maria Biskopstø og Margit Weihe Fríðmundsdóttir renna hálvfinalu á 400 metrum, Jónas G. Isaksen og Dánjal Dahl Ljósheim renna innleiðandi riðlar í 400 metur renning, Julian Gregersen rennur innleiðandi kapping á 1.500 metrum, Elisabet Holm Simonsen og Oddvør Josephsen skulu royna seg í innleiðandi kapping í 100 metur renning, og tað skulu Andreas Bjarnastein Antoft og Tummas Sjóvará eisini.

Í badminton byrjaði bólkaspælið í liðkappingini í morgun, og har hava Føroyar vunnið 5-0 á Ynys Môn í sínum fyrsta dysti. Seinni eru dystir ímóti Caymanoyggjunum og Guernsey á skránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391