Nú er Melkart-2 í føroyskum øki

Nú er Melkart-2 í føroyskum øki
Í morgun kom russiska skipið, Melkart-2, í føroyskt øki. Skipið hevur ikki loyvi til at vera í norskum sjógvi og ES sjógvi
Melkart-2 kom í morgun inn um 200 fjórðinga markið
Mynd: Fishfacts  
 
14.07.2025 - 10:38

Tað er ein vika síðani, at norskir myndugleikar boðaðu frá, at skip hjá feløgunum Murman Seafood og Norebo fingu bann at koma í norskt øki og norska havn, tí skipini verða mett at vera til vanda fyri trygdina. Somu avgerð tók ES í mai.

Melkart-2 er eitt av skipunum hjá Murman Seafood, og er tað sostatt á svartalista hjá Noreg og hjá ES. Skipið hevur tó fiskiloyvi í Føroyum og harvið loyvi at koma í føroyska havn.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, segði í síðstu viku, at landsstýrið eftir ólavsøku fer at umrøða, um møguliga fleiri tiltøk skulu setast í verk.

Sólvit Nolsøe, samgongulimur í uttanlandsnevndini, segði eisini í síðstu viku, at hann vónaði, at landsstýrið tók eina avgerð, áðrenn skipið kom til Føroya.

Nú er skipið komið inn um 200 fjórðinga markið. Vørn hevur enn ikki fingið nakra fráboðan um, hvat skipið skal í Føroyum.
 


Melkart-2 siglir við 9 míla ferð við beinleiðis kós ímóti Føroyum. (Mynd: Vikmar)

 

LES EISINI:

Melkart-2 er á veg á Klaksvík

Murman Seafood: Søgurnar eru allar íspunnar

Vinmaður Putin hevur tvey fiskiloyvi í Føroyum

Fyrrverandi føroysk skip á svartalista

Uttanlandsnevndarlilmir: Skipini mugu bannast

Landsstýrið tekur støðu til russisk skip eftir ólavsøku

Norskir myndugleikar: Skipini njósnast

Forbodnu skipini hava fiskað í Føroyum

Eru bannað í Noreg og ES og hava fiskiloyvi í Føroyum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040