Melkart-2 er á veg á Klaksvík

Melkart-2 er á veg á Klaksvík
Russiska skipið skal bunkra og taka útgerð umborð í Klaksvík, og so fer hann til fiskiskap í føroyskum øki
Her er Melkart-2 í Nólsoyarfirði. Nú er hann á veg til Klaksvíkar
Mynd: Murman Seafood  
 
14.07.2025 - 11:03

Í morgun kom russiska skipið, sum er bannað í Noreg og í ES inn um føroyska 200 fjórðinga markið. Hann er á veg inn á Klaksvík.

Hetta váttar Jógvan á Lakjuni, havnameistari í Klaksík.

Skipið skal bunkra og taka útgerð umborð, og so fer Melkart-2 til fiskiskap í føroyskum øki, veit Jógvan á Lakjuni, havnarmeistari, at siga.

Jógvan á Lakjuni sigur, at hann ringdi til Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tá hann fekk at vita, at Melkart-2 ætlaði sær til Klaksvíkar. Úr ráðnum fekk hann at vita, at onki er í vegin fyri at loyva skipinum í havn í Føroyum.

Melkart-2 hevur fiskiloyvi í Føroyum og loyvi til at koma í føroyska havn.

 

LES EISINI:

Nú er Melkart-2 í føroyskum øki

Murman Seafood: Søgurnar eru allar íspunnar

Vinmaður Putin hevur tvey fiskiloyvi í Føroyum

Fyrrverandi føroysk skip á svartalista

Uttanlandsnevndarlilmir: Skipini mugu bannast

Landsstýrið tekur støðu til russisk skip eftir ólavsøku

Norskir myndugleikar: Skipini njósnast

Forbodnu skipini hava fiskað í Føroyum

Eru bannað í Noreg og ES og hava fiskiloyvi í Føroyum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815