Hálvrunnir leikir: Kunnu Føroyar fara allan vegin?

bannari
Hálvrunnir leikir: Kunnu Føroyar fara allan vegin?
Føroyar hava bert vunnið oyggjaleikirnar eina ferð síðan byrjanina í 1985, men góða støðan á medaljutalvuni í løtuni byrtir í vónirnar um, at til ber at vinna fyri aðru ferð
Føroyar fara undan hinum oyggjunum í løtuni, og 2. oyggjaleikasigurin hómast nú av álvara
Mynd: Dánial Olsen  
 
16.07.2025 - 10:33

Fyri 16 árum síðan tryggjaði ein frálíkur síðsti kappingardagur Føroyum samlaða oyggjaleikasigurin í Álandi við 34 gull-, 23 silvur- og 24 bronsuheiðursmerkjum.

Isle of Man var nummar tvey við 29 gullmedaljum, og Jersey mátti taka til takkar við 3. plássinum við 24 gullum.

Nú gevur góða støðan á medaljutalvuni vón um, at Føroyar kunnu vinna leikirnar á Orknoyggjum og tryggja sær samlaða sigurinfyri 2. ferð í 40 ára gomlu oyggjaleikasøguni.

 


Føroyska úrtøkan á oyggjaleikunum í Orknoyggjum, nú kappingarnar eru komnar á leið í helvt (grafikkur: Høgni Egholm Magnussen)

 

Sum yvirlitið vísir, hava Føroyar vunnið heili 21 gull higartil umframt 13 silvur og 7 bronsur.

Fimleikur,sum endiliga er við aftur sum oyggjaleikagrein, hevur tryggjað Føroyum heili níggju 1. pláss. Bogaskjóting hevði ein gyltan mánadag og hevur tilsamans vunnið seks kappingar, meðan svimjing (4) og frælsur ítróttur (2) eisini hava staðið ovast á sigursskamlinum fleiri ferðir.

Sí eisini: Samlaða føroyska úrslitayvirlitið

Spurningurin er nu, hvussu fer at hilnast næstu dagarnar. Hóast einki kann sigast við vissu, eru gullvónirnar hjá fimleiki og svimjing góðar hvønn kappingardag. Í fimleiki eru serliga nógv heiðursmerki at vinna fríggjadagin, tá einstaklingakappingarnar vera. Har hevur eitt nú Mia Højgaard góð kort á hondini.

Harumframt eru góðir møguleikar í bæði bogaskjóting, badminton og frælsum ítrótti.

Eitt sindur verri er at spáa um, hvussu tað fer at hilnast hjá hinum oyggjunum. Jersey stendur seg eisini væl í svimjing, men pistólsskjótingin,sum vanliga hevur givið kanaloynni nógvar medaljur, er ikki við hesa ferð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949