Bátur lak og motorurin steðgaði

Bátur lak og motorurin steðgaði
Stórt bjargingartiltak var við Trøllkonufingur seinnapartin í gjár
Aftur í gjár bóðu bátar um hjálp.
 
18.07.2025 - 08:21

Stórt bjargingartiltak var við Trøllkonufingur seinnapartin í gjár.

Ein ribbátur boðaði frá, at hann var farin at leka.

Og motorurin var steðgaður.

Rescue Sverri tók trý fólk úr bátinum, lensaði bátin og sleipaði hann til Miðvágs.

Eingin byrur

Og ein seglbátur var sleipaður á Havnina fyrrapartin í gjár.

Tað gjørdi Rescue Lív. 

Seglbáturin fekk ikki siglt, tí ov litil vindur var, og motorurin fór ikki í gongd.

Hann var í Nólsoyarfirði.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858