Altjóða granskingartoymi kannar mikroplast dálking í Føroyum

Altjóða granskingartoymi kannar mikroplast dálking í Føroyum
Missión Spiritus hevur sum endamál at skilja býtið av nano- og mikroplasti um allan heimin
18.07.2025 - 19:18

Hesar dagar er eitt altjóða toymi á rannsóknarferð í Føroyum, sum partur av einari størri granskingarætlan, ið kannar mikro- og nanoplast dálking. 

Toymið vitjar sjey ymsar heimspartar, og kannar eftir býtið av nano- og mikroplasti um allan heimin, serliga í víðgongdum og fjarum umhvørvum.

 

Dr. Maureen Raymo frá Columbia University stendur á odda fyri granskingini, og ferðast um heimin saman við Alan Chambers og Billy Perham.

Tey eru í Føroyum í 10 dagar tilsamans, og taka royndir frá ymsum vøtnum og økjum í landinum.

 

Um verkætlanina sigur Maureen Raymo, at endamálið er ta vísindaliga, men eisini er tað fyri at skapa tilvitsku um mikro- og nanoplast:

- Tað er øgiliga heilsuskaðiligt og tað er dálking. Nanoplast kann treingja seg inn í lunguni og í blóðrenslið.

- Granskarar í okkara royndarstovu hava funnið hetta plastið í lívmóðrini hjá barnakonum.
 

Les meira um verkætlanina her:

https://edition.cnn.com/2025/07/01/science/explorer-world-remote-nanopla...

Sí innslag úr Degi og viku, tá vit eru við teimum á Gróthúsvatni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423