Trækrúnulívæðrin hjá Magnusi

Trækrúnulívæðrin hjá Magnusi
Magnus Gaard hevur skrivað eina bók, sum viðger sambandið millum náttúru og menniskju.
Magnus Gaard í fjøllunum
 
01.09.2026 - 10:18

- Allastaðni í náttúruni er hesin hugurin, sum er ein drívmegi eftir tí ókenda. 

Tá Magnus Gaard sat á Ríkissjúkrahúsinum og eygleiddi mynstrini í sínum egnu æðrum, sum ballaðu seg rundan um hjartað, kendi hann mynstrini aftur í trækrúnunum, sum hann eygleiddi eitt vetrarkvøld.

Bókin "Trækrúnulívæðrin - um stríðið við náttúruna" er helst fyrsta bókin av sínum slag í Føroyum, har Magnus Gaard lýsir sambandið millum menniskju og náttúru, og hvussu náttúran hevur sín egna lívsanda.

Samstundis er bókin ein áminning um at síggja náttúruna í frásjón, so vit ikki missa okkum burtur í smálutunum. Ein áminning um, at vit eru partur av náttúruni, og at náttúran hevur eitt eginvirði.

Hoyr samrøðuna við Magnus Gaard um Trækrúnulívæðrina.

1829827

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214