Nattúran í Tórshavnar kommunu verður skrásett

Nattúran í Tórshavnar kommunu verður skrásett
Endamálið er at fáa eitt neyvari grundarlag, tá ið avgerðir skulu takast um lendisnýtslu, bygging og verju av náttúruøkjum
Mynd: torshavn.fo  
 
01.09.2026 - 10:42

Tórshavnar kommuna hevur onga lendisætlan, og sambært kommununi er vitanin um lendissløg, vistskipanir og náttúruvirði ov avmarkað.
Tí er Tórshavnar kommuna farin í gongd við at skráseta náttúruna.

Skrásetingin skal millum annað vísa, hvørji øki eru serliga viðkvom ella hótt, og hvar serlig atlit eiga at takast, tá bygging, landbúnaður og onnur lendisnýtsla verða løgd til rættis.

Tórshavnar kommuna stendur á odda fyri verkætlanin, ísamstarv við Tjóðsavnið og norska stovnin NIBIO, Norsk institutt for bioøkonomi.
Verkætlanin er býtt í tríggjar partar, og er fyrsti partur av verkætlanini farin í gongd og mettur at kosta 400.000 kr. 

Skrásetingin av lendinum tekur væntandi 3 á og verður partur av grundarlagnum undir eini framtíðar lendisætlan fyri alla Tórshavnar kommunu.


Hoyr samrøðu við Heidi Holm, sum starvast á Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu

INNSLAG_Torshavnar_kommuna_natturuslog

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858