Narkobarónur útflýggjaður USA

Narkobarónur útflýggjaður USA
Adolfo Macías Villamar, eisini nevndur Fito, stóð á odda fyri brotsmannaliði, sum sendi rúsevni á amerikanska marknaðin
Fito er nú útflýggjaður USA til rættarsókn.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
21.07.2025 - 13:15

Ekvador hevur útflýggjað Adolfo Macías Villamar, eisini nevndur Fito, til USA.

Hann stóð á odda fyri einum stórum brotsmannaliði, sum skipaði fyri, at nógv rúsevni endaðu á amerikanska marknaðinum.

Fito var handtikin í juni mánaði, eitt ár eftir at hann flýddi úr fongslinum. Fito var dømdur 34 ára fongsulsrevsing.

Fito kemur fyri ein amerikanskan dómstól í dag, og hann fer at nokta seg sekan í altjóða ákærum um rúsevnishandil og handil við vápnum.

Fito stóð á odda fyri Los Choneros brotsmannaliðnum, sum eisini hevði samband við brotsmannalið í Meksiko og á Balkan. Hann skal eisini hava skipað fyri morðinum á forsetavalevnið, Fernando Villavicencio, í 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286